Vit hava flutningsloysnina til tín tørv
Frakta hevur flutning um allan heim við fokus á tænastu. Okkara stóra netverk og okkara dunaligu starvsfólk, eru klár at hjálpa tær, við júst tínum flutning.
Flogfrakt
Sera góðar flogfraktarloysnir skræddarsýddar til tín tørv
Hjá Frakta brenna vit fyri at finna bestu loysnina til tíni tørv – stórt sum lítið. Vit bjóða eitt breitt úrval av flutningsmøguleikum, alt frá flogvøll til flogvøll, hurð til hurð tænastum, konsolidering, beinleiðis sendingar.
Vit veita eisini serligar tænastur so sum persónliga levering, handfaring av vandamiklum vørum, full og part charter, og tollavgreiðslu.
Hvørt tú hevur tørv á eini skræddarsýddari loysn til fløkjasligar avbjóðingar ella eina einfalda og effektiva flutningsloysn, so stendur okkara trúgva og dedikeraða toymi klárt at hjálpa tær.
Sjófrakt
Sjófrakt er ein partur av okkara samleika
Sjófrakt er eitt av okkara kjarnuøkjunum. Vit hava longri arbeiðstíðir og góða kundatænastu, so tín tørvur verður loystur skjótt og á tryggan hátt.
Okkara toymi er samansett av royndum og dedikeraðum starvsfólki, sum eru klár at taka sær av øllum avbjóðing, sum kunna stinga seg upp.
Harumframt geva okkara smidligu talgildnu loysnir tær møguleika at hava støðugt yvirlit yvir títt farm, so tú altíð kennir teg í tryggum hondum – alt samdøgrið.
Innanlandaflutningur
Vit fáa tína vøru trygt fram
Frakta er fyrsta valið, tá tað kemur til innanlandsflutning, kent fyri høga tænastustøði og greiða samskifti. Okkara royndir og fokus á góðsku, gera okkum heilt serlig í vinnuni.
Vit eru her fyri at lúka tíni høgu krøv og tryggja, at títt gods kemur trygt á endaliga staðið.
Tollavgreiðsla
Hevur tú tørv á hjálp við tollviðurskiftum?
Frakta tekur sær av tollavgreiðslu fyri allar kundar, ið hava tørv á tí.
Um okkum
Kom í samband við okkum
Anja Reginsdóttir Gleðisheygg
Stjóri / CEO
+298 781801
[email protected]
www.frakta.fo
Símun Waag Høgnesen
Operation Manager
+298 781808
[email protected]
www.frakta.fo
Aðrar tænastur
Fanst tú ikki tað tú leitaði eftir?
Ring til okkum, so hjálpa vit tær.
Frakta er partur av NTG Nordic Transport Group A/S, som bjóðar altjóða flutning.


