Vit hava flutningsloysnina til tín tørv

Frakta hevur flutning um allan heim við fokus á tænastu. Okkara stóra netverk og okkara dunaligu starvsfólk, eru klár at hjálpa tær, við júst tínum flutning.

Flogfrakt

Sera góðar flogfraktarloysnir skræddarsýddar til tín tørv

Hjá Frakta brenna vit fyri at finna bestu loysnina til tíni tørv – stórt sum lítið. Vit bjóða eitt breitt úrval av flutningsmøguleikum, alt frá flogvøll til flogvøll, hurð til hurð tænastum, konsolidering, beinleiðis sendingar.

Vit veita eisini serligar tænastur so sum persónliga levering, handfaring av vandamiklum vørum, full og part charter, og tollavgreiðslu.

Hvørt tú hevur tørv á eini skræddarsýddari loysn til fløkjasligar avbjóðingar ella eina einfalda og effektiva flutningsloysn, so stendur okkara trúgva og dedikeraða toymi klárt at hjálpa tær.

Sjófrakt

Sjófrakt er ein partur av okkara samleika

Sjófrakt er eitt av okkara kjarnuøkjunum. Vit hava longri arbeiðstíðir og góða kundatænastu, so tín tørvur verður loystur skjótt og á tryggan hátt.

Okkara toymi er samansett av royndum og dedikeraðum starvsfólki, sum eru klár at taka sær av øllum avbjóðing, sum kunna stinga seg upp.

Harumframt geva okkara smidligu talgildnu loysnir tær møguleika at hava støðugt yvirlit yvir títt farm, so tú altíð kennir teg í tryggum hondum – alt samdøgrið.

Innanlandaflutningur

Vit fáa tína vøru trygt fram

Frakta er fyrsta valið, tá tað kemur til innanlandsflutning, kent fyri høga tænastustøði og greiða samskifti. Okkara royndir og fokus á góðsku, gera okkum heilt serlig í vinnuni.

Vit eru her fyri at lúka tíni høgu krøv og tryggja, at títt gods kemur trygt á endaliga staðið.

Tollavgreiðsla

Hevur tú tørv á hjálp við tollviðurskiftum?

Frakta tekur sær av tollavgreiðslu fyri allar kundar, ið hava tørv á tí.

Felagsnummar, pakkilisti og handilsfaktura. Um møguligt, vinarliga legg við eina avrit av GSP- ella EUR1-skjali fyri tolllækking, avrit av Bill of Lading og HS-kotu ella eina nágreiniliga vørulýsing.
Legg við pakkilista, avrit av passinum, prógv fyri bústaði uttanlands í minst eitt ár (til dømis skúlabekrefting ella avrit av passi), og samleikanummar (útlendingar kunnu søkja um eitt fyribils persónsnummar hjá tollvaldinum).
Legg við pakkilista og handilsfaktura. Um møguligt, vinarliga legg við avrit av GSP- ella EUR1-skjali fyri tolllækking, felags- ella samleikanummar og avrit av Bill of Lading ella AWB.
Um okkum

Kom í samband við okkum

Anja Reginsdóttir Gleðisheygg

Stjóri / CEO
+298 781801
[email protected]
www.frakta.fo

Símun Waag Høgnesen

Operation Manager
+298 781808
[email protected]
www.frakta.fo

Aðrar tænastur

Fanst tú ikki tað tú leitaði eftir?

Ring til okkum, so hjálpa vit tær.

Frakta er partur av NTG Nordic Transport Group A/S, som bjóðar altjóða flutning.

Frakta
Á Hjalla 12, FO-188 Hoyvík, Faroe Islands
VAT: 674176